Húkurin aftur í landsstýrinum

Innlendismálaráðið skal nú taka støðu til, um húkurin í Klaksvík skal takast niður aftur ella ei

Framtíðin hjá stóra húkinum, sum síðan august hevur staðið í rundkoyringini við tunnilsvegin í Klaksvík, er framvegis ógreið.
Landsverk vildi hava húkin burtur, men Klaksvíkar kommuna kærdi ta avgerðina til Vinnukærunevndina. Vinnukærunevndin hevur leingi havt málið á sínum borði, men nú hevur hon víst málið frá sær.
Málið er tí farið aftur í Innlendismálaráðið, sum í fjør gav fyribilsloyvi til at hava húkin standandi.
Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, sigur, at nú fara tey at viðgera málið eina ferð enn. Hann fæst kki at siga, m hann heldur, at húkurin skal takast niður ella ikki.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík veit ikki, hvat hon skal siga um málið, sum fyllir stórar dungar av pappíri.
Grundgevingin fyri kravinum um at taka húkin niður var ferðslutrygdin.
- Húkurin stendur har, og ikki eitt einasta óhapp hevur verið í rundkoyringini, síðan húkurin kom, sigur Gunvá við Keldu.