Hákun Djurhuus: SEV skal aftur til byrjanina

Hákun Djurhuus var fyrstur á pallinum á ráðstevnuni, ið SEV skipar fyri, ið hevur til endamáls at lýsa hvussu Føroyar í framtíðini kunnu fáa alla okkara orku frá varandi orkukeldum.

 

Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, nevndi, at í 2015 kom 60% av orkuni hjá SEV frá varandi orku, so tað var nógv gjørt, men eisini var nógv eftir at gera.

 

Stór átøk eru framd, vindmyllulundin í Húsahaga til dømis, ið hava lagt eina grund fyri eini víðari menning av netinum og varandi orku.

 

Hákun Djurhuus nevndi, at tað gjørdi eisini ein stóran mun og lætti um arbeiðið hjá SEV, at samgongan hevði tikið teirra mál til sín og arbeiddi fram ímóti eini grønari framtíð.

 

Í løtuni ger SEV kanningar um eitt breiðari grundarlag innan orkuveiting. Hann nevndi, at í løtuni verður nógv gjørt innan vatn og vind, men at onnur økir eru í menning, so sum sjóvarfalsorka, ið hevur stórar møguleikar, men enn tørvar nógvar kanningar.

 

SEV byrjaði grønt fyri 70 árum síðani, segði Hákun Djurhuus, og endamálið er at koma aftur til byrjanina við varandi orku.-