Noreg er rakt av triðju koronubylgjuni.
Soleiðis vóru boðini í morgun frá Bent Høie, heilsumálaráðharra, á tíðindafundi.
Boðini koma eftir at Noreg mikudagin við 1156 tilburðum hevur skrásett hægstu smittutøl undir allari farsóttini.
– Nú seta vit met, sum eingin av okkum ynskja at seta, og vit eru í triðju bylgju, sigur Bent Høie á tíðindafundinum sambært norska blaðnum VG.
Sambært Folkehelseinstituttet (FHI) í Noreg eru 72 prosent av norsku koronutilburðunum við bretska koronubrigdinum. Tað skrivar NRK.
Instituttið upplýsir samstundis, at kontakttalið í Noreg er hækkað til 1,4. Talið merkir, at tíggju smittað í miðal geva smittuna víðari til 14 fólk.
Tað eru 226 koronusmittaðir sjúklingar innlagdir í Noreg. Tað eru fleiri enn í Danmark, har 196 fólk eru innløgd við koronusmittu. Tað er samstundis hægsta tal av innløgdum síðani 10. apríl í fjør.
Hóast methøgu smittutølini mælir heilsumálaráðharrin Bent Høie framvegis til, at avmarkingar verða stýrdar lokalt.
– Um tað koma fleiri útbrot koma fleiri staðni í landinum, so hava vit ætlanir um at stjórnin fer at seta tiltøk í verk, sigur Bent Høie.
Á tíðindafundinum í dag fyriheldur FHI seg eisini tl AstraZeneca-koppingarevnið, sum Noreg – eins og fleiri onnur lond – hevur lagt til viks fyribils.
FHI-stjórin Camilla Stolteberg sigur, at Noreg kannar, um samanhang er millum blóðtøppir og AstraZeneca koppingarevnið.
Tað fer tó ikki at hava so stórar avleiðingar, um tey ikki brúka koppingarevnið frá AstraZeneca fyribils, verður sagt.
– Eftir nýliga fráboðaðu seinkingunum í veitingunum av koppingarevninum verður tað ikki avgerandi, um vit als ikki fara at brúka koppingarevnið frá AstraZeneca. Men tað krevur, at aðrir veitarar kunnu veita sum ætlað, sigur hon.
– Líkamikið hvat Evropiska Heiluvágsstýrið EMA og Heiligvágsverkið koma fram til, so fer Folkehelseinstituttet, sum hevur ábyrgdina av koppsetingini í Noreg, at gera eina sjálvstøðuga meting av, um vit framhaldandi fara at bjóða hetta koppingarevnið, sigur FHI stjórin.
/ritzau/