Landsfundur
Meðan tey formellu viðurskiftini við roknskapi, uppskotum og vali vóru á skránni á landsfundi Sambandsfloksins fríggjakvøldið, byrjaðu politisku framløgurnar við uppleggu til kjak ikki fyrr enn leygarmorgunin, tá floksformaðurin, Kaj Leo Johannesen, legði fyri.
Hann byrjaði við at takka øllum, sum um dagarnar og gjøgnum árini á ymiskan hátt gera eitt gott arbeiði fyri flokkin.
- Jú, meira vit standa saman um floksins politikk og hugsjónir, eru úti við tí góða og konstruktiva orðinum, duga at fáa tað besta fram í hvørjum einstøkum av okkum - tess lættari verður at rógva, bæði í ódn og í logn.
Kaj Leo segði, at tað eru floksins hugsjónir og floksins politikkur, sum samansjóvar sambandsfólk í eina eind, og tað er hesi eind, sum Føroyar fáa brúk fyri innan stutta tíð, legði hann aftrat.
- Vit skulu halda fokus á tað, vit gera gott og rætt og gera tað enn betri. Sjálvandi skulu vit eisini gera broytingar, sum eru neyðugar fyri at røkja Sambandsfloksins og harvið føroysk áhugamál í øllum lívsins viðurskiftum. Vit skulu gerast betri til at tosa við hvønn annan - og ikki um hvønn annan.
Floksformaðurin nevndi eisini fólkatingsvalið í november og løgtingsvalið í januar, og hann nýtti eisini høvi at takka øllum, sum høvdu tikið tøk og stuðlað.
- Vit høvdu eina framgongd á fólkatingsvalinum upp á 2,1% og vunnu okkum umboðið á fólkatingi aftur. Á løgtingsvalinum høvdu vit eina afturgongd upp á 2,7%, men varðveittu kortini talið av umboðum.
Kaj Leo ynskti Edmundi Joensen tillukku við fólkatingsvalinum, eins og Rósu Samuelsen, Magna Laksáfoss og Bjørn Kalsø við løgtingsvalinum. Hann takkaði eisini Olavi Enomoto og Marjusi Dam, sum ikki náddu um gáttina á løgtingsvalinum hesaferð.
- Men tað søguliga er hent, at hetta er fyrstu ferð síðan 1906, at Sambandsflokkurin í hesi tingsetuni hevur havt tvey umboð fyri Vágar á løgtingi, Rósu Samuelsen og Marjus Dam, tá hann hevur havt sæti á tingi fyri Edmund Joensen, sum hevur verið á fólkatingi.
Haltandi gongulag
Í røðu síni segði Kaj Leo seg ikki vænta, at henda samgongan fer at sita leingi.
- Vit í Sambandsflokkinum skulu ikki venja okkum við leiklutin sum størsti andstøðuflokkur. Tað eru longu tekin í sól og mána um, at andstøðuleikluturin hjá okkum ikki verður so drúgvur.
Hann segði, at tað mest ítøkiliga, sum henda samgongan higartil hevur borðreitt við, er parkering av fleiri stórmálum og øking av skattum og avgjøldum.
- Stev hava vit ikki sæð nakað til hjá samgonguni, men heldur eitt haltandi gongulag. Hóttanir frá sekstanda og seytjanda samgonguliminum hava gjørt, at vit í dag hava eitt landsstýri, sum eingin kann hava álit á. Har er eingin samgongusemja, men heldur tann bera neyðsemja.
Hann segði, at samgonguskútan, sum er á veg til fiskiskap, hevur lagt seg 45 stig, og trupulleikin er, at hvørki skipari ella teir í maskinuni megna at rætta skipið upp.
- Í staðin fyri at venda skipinum og seta fulla ferð á maskinuna, hevur samgongan og harvið skiparin – av ókendum orsøkum – valt at lata skipið liggja við síðuni til, uttan nakran manøvruførleika. Politiskur sjóverkur er farin at gera um seg og avmarkar arbeiðsevnini hjá manningini. At síggja til er bara ein vakt umborð, og tað er hundavaktin, segði Kaj Leo, sum eisini helt fyri, at tað einasta, sum semja er um í samgonguni, er at seta eina nevnd at hækka skattir og avgjøld í Føroyum.
Hetta helt hann vera skilaleyst og eitt beinleiðis álop á føroyska vælferðarsamfelagið.
Dýrari og truplari
- Nú hava vit so fingið staðfest í fíggjarlógini fyri 2008, at tað verður munandi dýrari at liva og virka í Føroyum. Fara vit til handils, kenna vit príshækkingarnar á egnum kroppi hvønn dag. Tað verður minni og minni hugaligt at fylla neyðsynjarvørur í beriposan, tá vit hava keypt fyri ein hundraðkrónuseðil.
Hann legði aftrat, at tað næstan er komið so langt, at fólk ikki longur hava brúk fyri beriposanum, tí vøran fyri ein hundraðkrónuseðil er ov lítil í vavi.
- Eitt ítøkiligt hugskot kundi verið at tikið MVG av heilsugóðum matvørum, soleiðis sum vit síggja tað í øðrum evropeiskum londum.
Kaj Leo segði, at oljan nú er so dýr, at hon er ein beinleiðis hóttan ímóti okkara búskapi og vinnulívi.
- Taka vit fiskiflotan, eru djúpvatnstrolarar, partrolarar og línuskip sera hart rakt av hækkandi oljuprísum. Sama er galdandi fyri tað vanliga húsarhaldið, sum fær alsamt fleiri útreiðslur, meðan inntøkurnar ikki veksa. Familjur, sum fyri stuttum hava sett búgv, standa fremst fyri, tá høgur oljuprísir og rentuhækkingar gera tað enn meira trupult at fáa endarnar at røkka.
Hann helt, at niðurlagingin av ríkisveitingini var ein skeiv avgerð, og hetta sæst eisini aftur í, at vit ongan fólkavøkstur hava.
- Hetta kemst sjálvandi av, at vit enn ikki hava tær vælferðartænastur, sum eitt nú Danmark hevur. Eingin strukturbroyting er gjørd fyri at viga upp ímóti minkingini í inntøkusíðuni, ei heldur eru nýggir vinnumøguleikar skaptir, sum hava givið okkum neyðugu inntøkuøkingina.
Formaður Sambandsfloksins helt fyri, at alt ov lítið er í lønarposanum, og tað eru ikki hissini avbjóðingar, ið standa fyri framman, tá nýggir sáttmálar skulu gerast við eitt nú lærarar, pedagogar og sjúkrarøktarfrøðingar.
- Í Danmark eru starvsfólk innan vælferðarøkið ikki nøgd við eina lønarhækking upp á 12,8%. Hetta eru lønarsáttmálar, sum vit beinleiðis skulu kappast við, um vit skulu gera okkum tankar um at veksa um fólkatalið í Føroyum.
Hann segði, at hesar krónur, ið skuldu gjørt okkum kappingarfør, vanta í, nú fíggjarliga rákið er vent, samstundis sum fiskivinnan er í vánaligum standi.
- Hetta er veruleikin í dag, og hetta eru fyritreytirnar, sum Føroyar skulu stýrast eftir, nú avbjóðingarnar hópa seg upp fyri framman.
Tunlar í ellubita
Kaj Leo Johannesen nevndi eisini Sandoyartunnilin og Skálafjarðartunnilin í síni røðu og helt fyri, at hesir eru vavdir upp í ein ellubita.
- Nú kunnu hesir tunlar eisini verða við til at forkoma ætlanini um nýggjan miðnámsskúla í Marknargili. Sjálvandi hava vit ikki ráð til allar hesar íløgur, nú fyritreytirnar eru broyttar fullkomiliga.
Hann helt ikki, at samgongan nóg væl dugir at skilja millum teori, dreymar og veruleikar, tá íløgur her og nú, sum hann tók til, skulu gerast fyri tríggjar miljardir krónur.
- Ætlanin at yvirtaka fíggjareftirlitið er sambært serfrøðingum burtur úr vón og viti og eigur ikki at verða framd, segði hann.
Kaj Leo reisti eisini spurningin, um vit í veruleikanum hava snorksovið, tá ræður um at halda Føroyar á einum norðurlendskum vælferðarstøði, og hann reisti samstundis spurningin, um tað veruliga ongan mun at taka inntøkur upp á hálvatriðju miljard krónur burtur úr føroyska búskapinum?
- Vit skulu ikki góðtaka, at skattir og avgjøld verða hækkað, tí familjurnar hava meiri enn nóg mikið við at fáa endarnar at røkka.
Formaðurin endurtók høgu oljuprísirnar, hækkandi rentustøði og økta matvørukostnaðin.
- Hetta er ein hóttan, sum ikki bert er vend ímóti familjuni, men so sanniliga eisini ímóti okkara vinnulívi, sum er maskinaríið, ið skal halda samfelagið gangandi, segði Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins.
Vit fara at venda aftur til onnur viðurskifti í røðuni hjá honum í øðrum blaði.