Høgni var skelkaður

Høgni Hoydal hevði valla orð fyri tí, sum hann sá í Degi og Viku. Men hann helt, at hetta var ein syrgilig undirstrikan av tí, sum hann fleiri ferðir hevur nevnt um útlendingamálið

Útlendingamál

Tá vit fingu orðið á Høgna Hoydal týskvøldið, var hann bart sagt skelkaður av tíðindunum, sum høvdu verið í Degi og Viku.
- Snøgt sagt, so veit eg ikki rættiliga, hvat eg skal svara. Eg kann sum so bara endurtaka tað, sum eg havi sagt so oftani. At alt útlendingamálið er vorðið eitt stórt kaos. Tað er ikki bara Jógvan við Keldu, sum hevur ábyrgdina av hesum. Tað er øll samgongan, sum hevur latið málið fara soleiðis av kós.
- So seint sum í farnu viku hevði eg ein fyrispurning til løgmann um hetta. Tá var svarið, at rættartrygdin hjá útlendingum í Føroyum er í lagi. Og har varð eisini staðfest, at útlendingar, sum vóru í landinum, áðrenn alt hetta byrjaði, ikki skuldu verða rakt av hesum. Tað sum vit so síggja í kvøld er eitt syrgiligt dømi um, at einki hald var í svarinum, sum eg fekk frá løgmanni.

Loysnin var har
Sum fyrrverandi landsstýrismaður í útlendingamálum og sum fólkatingsmaður er Høgni Hoydal ein av teimum politikkarunum í landinum, sum hevur havt mest við útlendingamálið at gera.
Og hann dylir ikki yvir, at hann heldur, at allur útlendingaspurningurin kundi verið væl betri avgreiddur.
- Eg havi sagt tað so ofta eftirhondini. Vit høvdu eina loysn, sum var klár at undirskriva, tá nýval varð útskrivað. Eina loysn, sum vildi viðført betri rættartrygd og styttri avgreiðslutíð. Og sum enntá hevði eina serskipan fyri ítróttarfólk.
- Ein trupulleiki í øllum hesum er tó, at vit ikki hava yvirtikið málsøkið. Sjálvandi hava danir alla tíðina eftirlíka føroysku við- ella frámælunum. Men ábyrgdarbýtið í hesum er ógreitt. Og tað sæst eisini aftur, tá fyrispurningar verða settir. Sjálvur havi eg sett fleiri av slagnum í bæði løg- og fólkatinginum, men bólturin verður hvørja ferð kastaður víðari. Málini eru ikki einføld at greiða, og tá eitt føroyskt og eitt danskt minesterium skulu umsita tað - enntá við íblanding frá einum triða parti, sum er løgregluni - so verður talan um ógreiðar mannagongdir.

Æltar at brúka fólktatingssessin
Nú hann eisini hevur sæti á fólkatingið, hevur Høgni Hoydal kanska betri møguleikar at gera sína ávirkan galdandi, enn flestu tingmenn hava. Og hóast hann neyvan kann broyta støðutakanina í hesum málinum, so ætlar hann sær at kanna hetta til botns.
- Tað eigur sjálvandi ikki at vera so, at ein parlamentarikari leggur seg í viðgerðina av einstøkum málum. Men tað havi eg fleiri ferðir gjørt í útlendingamálum. Snøgt sagt fyri at hjálpa hesum fólkunum. Og eg ætli mær eisini at spyrja eftir hesum málinum í danska Útlendingastýrinum, sigur Høgni Hoydal at enda.