Høgni Madsen man um dagar óivað vera kendasti fótbóltsleikari í Føroyum. Hetta kemur eftir hendingina seinasta vikuskiftið, har hann ikki var bangin fyri at vísa sína ónøgd við táverandi venjaran, Tony Paris, eftir at hann varð útskiftur. Týsdagin reyk Tony Paris úr KÍ, og fyribils verður heldur eingin Høgni Madsen at síggja í KÍ. Hetta váttar liðskiparin á liðnum.
- Allir partar halda tað vera best, at Høgni ikki verður við í dag, og møguliga heldur ikki sunnudagin. Eftir hetta má tað vera upp til leiðsluna í felagnum, sigur Heðin á Lakjuni.