Eingin ivi skal vera um, hvør tað er, sum er formaður í tjóðveldisflokkinum. Formaðurin skal vera ein teirra, sum umboðar flokkin á løgtingi og í landsstýri, og hann skal samstundis vera boðið hjá flokkinum upp á løgmanssessin.
Tjóðveldisflokkurin fór í gjárkvøldið undir flokstingið í Sørvági, og í dag verður gjørt av, um tað í framtíðini skal vera meiri sjónskt, hvør so at siga skal vera skipari á tjóðveldisskútuni. Millum tjóðveldisfólk tykist lítil ivi vera um, at tað skal vera Høgni Hoydal sum í framtíðini skal vera formligi oddafiskurin í flokkinum.
Høgni Hoydal vil ikki gera viðmerkingar til henda spurningin:
? Eg havi havt so nógv at takast við hesa seinastu tíðina, at eg havi ikki havt stundir til at seta meg inn í uppskotið um nýggjan bygna í flokkinum. Men tað fari eg at gera, áðrenn eg fari vestur til Sørvágs, var tað, sum Høgni Hoydal hevði at siga, tá vit fangaðu hann ímillum tveir fundir.
Bara ein strongur
Óli Holm, formaður í starvsnevndini ætlar, at flokstingið í Sørvági skal verða tað síðsta, har tjóðveldisflokkurin hevur eina tvístreingjaða leiðslu ? tað vil siga eina fyrisitingarliga, sum verður vald á flokstinginum og so eina politiska, sum er mannað við fólkavaldu umboðunum.
Óli Holm, sum hevur verið formaður í tjóðveldisflokkinum seinastu sjey árini, fer sjálvur at leggja eitt uppskot fyri flokstingið, sum gongur út uppá, at flokkurin í framtíðini skal hava eina og bara eina politiska leiðslu. Tað vil við øðrum orðum siga, at Óli Holm fer at skjóta upp, at sessurin, sum hann hevur sitið í, skal avtakast.
? Málið er at styrkja leiðsluna í flokkinum. Eingin skal ivast í, hvør tað er, sum myndar tjóðveldisflokkin. Tí skal formaðurin í framtíðini verða valdur millum teirra, sum umboða flokkin í løgtingi og landsstýri, sigur Óli Holm og undirstrikar samstundis, at talan er um eitt uppskot:
? Uppskotið er sent út til limafeløgini, sum harvið eru kunnaði, áðrenn tey koma á flokstingið. Leygardagin verður uppskotið viðgjørt, og um tað verður samtykt, so verður tað á fundinum, at tað verður møguleiki at skjóta upp, hvør skal verða formaður. Eg veit ikki, um tað verða eitt fleiri uppskot til for-mann.
Umframt formannin skulu sambært uppskotið fimm onnur vera í politisku leiðsluni í tjóðveldisflokkinum. Tvey teirra vera næstformenn. Ein næstformaður verður politiskur næstformaður og ein verður fyrisitingarligur næstformaður. Hesin seinni nevndi næstformaðurin og kassameistarin skulu ikki vera í løgtinginum ella landsstýrinum, men tingmanningin skal eiga ein av teimum seks limunum í politisku leiðsluni.
Um uppskotið verður samtykt, so verður uppskotsstillarin, Óli Holm, ikki í uppskoti til formanssessin. Men vit skilja á fólki innarliga í tjóðveldisflokkinum, at tað er rættuliga sannlíkt, at gamli formaðurin verður fyrsti fyrisitingarligi næstformaðurin. Harafturat verður ein kassameistari í leiðsluni.
Eingin ivi
Høgni Hoydal vil sum sagt ikki gera viðmerkingar til formansvalið. Heldur ikki Óli Holm vil gera viðmerkingar til persónsspurningin. Men tað vil Finnur Helmsdal, sum er ein av teimum, ið kom í løgtingið eftir valið í 1998:
? Eg haldi, at tað er alla æru vert, at Óli Holm og starvsnevndin leggja hetta uppskotið fyri flokstingið. Leiðslan hevur gjørt eitt fyrimyndarligt organisatoriskt arbeiði. Vit í tingbólkinum hava ikki verið uppi í at snikka nýggja uppskotið til, men eg taki undir við Óla Holm og teimum í teirra sjónarmiði, at tað er neyðugt, at í framtíðini skal eingin ivast í, hvør tað er, sum myndar tjóðveldisflokkin.
Og hvør skal tað vera?
? Í mínari verð er eingin ivi. Tað skal vera Høgni Hoydal. Uttan nakað hóvasták er hann eftir stuttari tíð vorðin tann upplagdi politiski leiðarin í flokkinum, og tað hevði ikki verið haldbart, um hann, sum er nátúrligur leiðari, ikki eisini varð valdur til formann, heldur Finnur Helmsdal.
Tá Høgni Hoydal, sum í hesi vikuni fylti 34 ár, gjørdist landsstýrismaður í fullveldismálum, kom Finnur Helmsdal í løgtingið:
? Tjóðveldisflokkurin hevur síðstu tíðina lagt nógva orku í at fáa greitt býti millum uppgávur og ábyrgd. Tað hava vit gjørt á vinnuøkinum og stjórnarliga økinum, og tað er upplagt, at vit eisini heilt konkret plasera uppgávur og ábyrgdir í flokkinum, er sjónarmiðið hjá Finni Helmsdal, sum heldur tað vera sjálvsagt, at leiðsluspurningurin í tingbólkinum framvegis verður upp til tingmanningina sjálva at avgera.










