Høgni heldur Fólkaflokkin hava ein stóran trupulleika

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum undrast á, at tað skal bera til hjá formanninum í fíggjarnevndini at síggja púra mótsatt upp á viðurskiftini, enn landsstýrið og sakkunnleikin gera

Teir eru samgongufelagar, og teir siga seg báðir arbeiða sambært samgonguskjalið, sum varð undirskrivað eftir valið fyri hálvum øðrum ári síðani. Men teir eru púra ósamdur í, um fíggjarlógin, sum løgtingið samtykti mánakvøldið, rættar kósina móti fullveldinum Føroyar, ella um skútan hevur lagt róðrið í borðið, og nú stýrir burtur frá fullveldinum.

Í blaðnum í gjár staðfesti formaðurin í fíggjarnevndini, Bjarni Djurholm úr fólkaflokkinum, at fíggjarlógin, sum løgtingið samtykti mánakvøldið, ikki verður við til at skapa eitt fíggjarligt grundarlag undir fullveldinum Føroyar.

Høgni Hoydal ásannar, at teir eru ósamdir, men hann heldur ikki, at hetta er nakað nýtt. Hann vísir á, at longu tá samgongan varð skipað, varð ásannað, at hugsjónarliga var stórur munur á fólkaflokkinum og tjóðveldisflokkinum, men at tað fyrst og fremst var semjan um leiðina fram ímóti fullveldinum, sum bant saman, og sum var grundarlagið undir samgonguskjalinum:

? Tað er ein trupulleiki í fólkaflokkinum og fyri fólkaflokkin, tá ein so týðandi persónur sum formaðurin í fíggjarnevndini alment gevur til kennar, at hann heldur, at fíggjarlógin, sum samgongan hevur skrúvað saman, og sum løgtingið hevur samtykt, ber á skeiva borðið. Landsstýrismenninir hjá fólkaflokkinum hava verið við til at gera fíggjarlógaruppskotið, og serkunnleikin í búskaparráðnum, ráðgevandi nevndini hjá forsætismálaráðharranum og landsbankastjórin hava sagt, at hetta ber á rætta borðið, og tað fegnist eg og vit um.


Blokkurin parkeraður

Bjarni Djurholm vísti í gjár á, at tað er ein íløgutørvur m.a. á heilsu og samferðsluøkinum uppá fleiri milliardir krónur, og at vøksturin á útreiðslusíðuni á fíggjarlógini tey bæði seinastu árini hevur verið millum trý og fýra hundrað miliónir krónur, og at størsti parturin av hesum er farin til rakstur.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum vísir harafturímóti á, at takið at parkera heildarveitingina úr Danmark uttanfyri raksturin av føroyska samfelagnum eftir hansara tykki gongur rætta vegin, og at tað er ein sjálvsøgd frágreiðing uppá vøksturin, sum hevur verið í almennu útreiðslunum:

? Blokkurin verður nú brúktur til at rinda rentur og avdráttir av lánunum hjá landskassanum, og so verður roknað við einum yvirskoti uppá einar hálvt fimta hundrað milliónir, sum verða settar inn á bók. Talan hevur verið um lønarhækkingar, sum fyri ein part stava frá lønarlækkingini fyrst í níti árunum, og so er talan um hækkingar innanfyri undirvísing og gransking, sum vit seta stórt álit á, tá fullveldið verður veruleiki, og um hækkingar á pensiónsøkinum. Hesar síðstu hækkingarnar stava frá broytingum, ið hava sum mál, at byrðan hjá landskassanum til pensiónir í framtíðini skal minka, og tað er eisini eitt stig rætta vegin.


Aftur í 80ini

Høgni Hoydal sigur seg vera samdan við tey, sum hava víst á, at tað er ein øgiligur tørvur á almennum íløgum:

? Tørvurin stavar fyri ein stóran part frá, at undir kreppuni hava so at siga ongar almennar íløgur verið gjørdar. Tað snýr seg um eitt tíðarskeið uppá eini átta ár, og sjálvsagt sæst tað aftur. Um vit vildu, so hevði tað borið til at gjørt eina rúgvu av íløgum. Í tinginum hava verið nógv uppskot um íløgur, og yvirskotið á fíggjarlógini nógvu tey seinnu árini hevði rokkið til nógvar sovornar. Men høvdu vit gjørt tað, so høvdu vit verið aftur í áttati árunum við ovurhitaðum búskapi, tørvi á arbeiðsorku, og stórari nýtslu, halli á samskiftinum við umheimin og øllum teimum ólukkunum, sum vit minnast so væl.

Landsstýrismaðurin sigur seg taka undir við Sigurdi Poulsen, landsbankastjóra, tá hann í blaðnum týsdagin segði, at almennu íløgurnar í Føroyum ikki eru nóg stórar, og hann sigur seg eisini vera samdan í, at tað er óheppið, at tað fyrst og fremst eru íløgurnar, sum verða brúktar at stýra búskapinum við:

? Tað hevur verið eitt øgiligt trýst á fíggjarmálaráðharran, um at hækka útreiðslurnar til rakstur og íløgur, men eg haldi, at hann hevur verið treiskur, og tað skal til. Men eg eri samdur í, at tað er neyðugt við broytingum í lógum og kunngerðum fyri at gera raksturin av samfelagnum bíligari. Hetta er ein av stóru avbjóðingunum, sum standa fyri framman hjá bæði samgonguni og løgtinginum sum heild.