Høgni fær umbering

Blaðstórin á lýsingablaðnum, Hús & Heim, hevur sent Høgna Hoydal eina treytaleysa umbering fyri at hava prentað eitt sera ærumeiðandi dulnevnt lesarabræv um Høgna Hoydal og aðrar loyingarmenn

Høgni Hoydal fær treytaleysa umbering frá Jørgen Kristensen, blaðstjóra á lýsingablaðnum, Hús & Heim.

Høgni Hoydal hevur sent blaðstjóranum á lýsingablaðnum Hús & Heim krav um almenna umbering fyri dulnevnda lesarabrævið, sum er prentað í nýggjastu útgávuni av lýsingablaðnum.

Lesarabrævið er ógvuliga ærumeiðandi móti Høgna Hoydal og øðrum loysingamonnum. Lesarabrævið fer enntá so mikið langt, at tað setir Høgna Hoydal í samband við ódnar maktir.

Jørgen Kristensen, blaðstjóri, sigur í umberingini, at brævið kom honum í hendi stutt áðrenn blaðið fór til prentingar, og varð tað tí av ósketni sett í.

? Hús & Heim, ið er eitt lýsingablað burturav, er ikki heft politiskt ella átrúnaðarliga. Sostatt átti hetta brævið ikki at verið sett í ? serstakliga, tá hugsað verður um, at her verða bæði núlivandi og deyðir persónar nevndir, millum annað Høgni Hoydal, sigur Jørgen Kristensen í umberingini.

Blaðstjórin sigur seg veita Høgna Hoydal og øðrum, sum kenna seg rakt av brævinum, eina treytaleysa umbering.