125 krónur hvønn vegin fyri ein persónbil. Hetta er prísurin, ið leiðslan fyri P/F Vágatunnilin hevur ásett fyri at nýta undirsjóvartunnilin. Harumframt eru tvær avsláttarskipanir, keypir tú eitt hald til fimm túrar, er kostnaðurin 100 krónur hvønn vegin, og keypir tú eitt 20 túra hald, er kostnaðurin 75 krónur hvønn vegin fyri bilin.
Hesin kostnaður er alt ov høgur, meta vágatingmenninir Jóanis Nielsen úr Fólkaflokkinum og Marjus Dam úr Sambandsflokkinum. Teir siga báðir, at tað kemur óvart á, at kostnaðurin er settur so høgt, bæði fyri persónbilar, men eisini fyri størri akfør.
Vágatingmenninir eru samdir um, at tað ber als ikki til at góðtaka kostnaðin, ið P/F Vágatunnilin hevur ásett, og tí má málið nú reisast politiskt.
- Vit hava eitt uppskot klárt, ið ásetur, at bummgjaldið skal bara fíggja tær 12-13 milliónirnar, ið Vágatunnilin skal gjalda í rentum og avdráttum uppá lánið, meðan raksturin av tunnlinum ikki skal gjaldast við bummgjaldið, siga Jóanis Nielsen og Marjus Dam.
Fyrst takast upp í samgonguni
Jóanis Nielsen úr Fólkaflokkinum sigur, at hann fer at reisa málið í samgonguni beinan vegin fyri at vita, hvørt undirtøka er í samgonguni fyri at fara inn politiskt og broyta gjaldið.
Er ikki meiriluti fyri tí, so fer hann, saman við Marjus Dam, at leggja uppskot fram á løgtingi um at broyta gjaldið. Uppskotið hjá vágatingmonnunum snýr seg í stuttum um at bummgjaldið bara skal fíggja lánið uppá tunnilin, meðan landskassin skal fíggja raksturin av tunnlinum og aðrar útreiðslur í hesum sambandi.
Og sambandstingmaðurin í Vágum er somuleiðis til reiðar at leggja uppskotið fyri tingið beinanvegin.
- Vísir tað seg, at samgongan er til reiðar at koma við einum líknandi uppskoti, so er tað í lagið. Tað er ikki so umráðandi, hvør kemur við tí, men hetta er so avgjørt eitt mál, ið má takast upp politiskt beinanvegin, sigur Marjus Dam. Hann sigur, at hevur hann ikki fingið boð um annað áðrenn vikuskiftið, so fer hann, helst saman við Jóanis Nielsen, at koma við einum uppskoti at leggja fyri løgtingið.
Vágatingmenninir eru samdir um, at høga gjaldið fer at gera, at tunnilin av tí sama ikki verður so nógv nýttur, sum hann annars hevði verið, varð gjaldið sett lægri.
Teir vísa á, at skal ein persónur búgva í Vágum og arbeiða í Havn, so skal viðkomandi, um hann nýtir bíligastu avsláttarskipan, gjalda 36.000 krónur um árið, fyri at nýta undirsjóvartunnilin. Og tað er alt ov mikið, meta tingmenninir.
- Tað var jú endamálið, at tað skuldi bera til at búgva í Vágum og arbeiða í Havn. Men við hesum kostnaðinum verður hetta trupult hjá teimum flestu, siga Jóanis Nielsen og Marjus Dam.










