Fiskavirking
Mánadagin í síðstu viku fóru tey umleið 70 fólkini aftur til arbeiðis á Sandoy Seafood í Skopun. Tá keypti virkið fyrstu lastina í nýggja árinum, og síðan hendan dag hava gólvini ikki verið turr.
- Vit hava arbeitt hvønn dag, og vit hava eisini fiska til alla hesa vikuna.
Tað sigur Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Seafood í Skopun.
Í dag klokkan 13 byrjaðu teir at landa ísfiskatrolaran Eysturbúgvin á Sandi. Teir hava 150.000 pund, meginparturin upsi.
- Hóast einki framleiðsluvirksemi er á virkinum á Sandi, verður fiskurin kortini landaður har. Fiskurin verður koyrdur inn á virkið á Sandi, har hann verður goymdur í kuldarúminum. So hvørt, sum vit arbeiða undan í Skopun, verður fiskurin koyrdur norður til virkingar.
Martin sigur, at síðan saltfiskaarbeiði á Sandi helt uppat í apríl/ mai mánaða í fjør, hevur Sandoy Seafood havt landingarvirksemið eftir.
- Vit standa sjálvir fyri landingini, sum soleiðis gevur monnum nakrar tímar, tá ið skip eru inni.
Eysturbúgvin landar rættiliga regluliga í Sandoynni, men virkið keypir eisini fisk aðrastaðni úr landinum, eitt nú úr Suðuroy, haðani fiskurin er komin, sum tey hava arbeitt fyrstu dagarnar í hesi vikuni.
Á Sandoy Seafood í Skopun arbeiða tey bara upsa, sum verður virkaður til portiónir. Felagið plagar eisini at keypa hvíting, tá ið tann tíðin er.
- Vit keypa soleiðis ikki útróðrarfisk, og tí fer hesin av oynni til virkingar aðrastaðni.
Martin sigur, at tá ið virksemið í Skopun burtur av byggir á vørur úr upsa, loysir tað seg ikki at arbeiða útróðrarfisk, tí nøgdirnar eru sum oftast smáar.
- Tað loysti seg ikki hjá okkum at salta upsa á Sandi. Vit flaktu og turrsaltaðu upsa til kanadiska marknaðin, me tá ið dollarin er fallin so nógv, er hetta ikki lønandi, soleiðis sum støðan er.
Spurdur, um fiskavirkið í Skopun ikki hevur havt fleiri fólk at taka av, nú framleiðsluvirksemið á Sandi hevur ligið stilt, sigur Martin.
- Nei, tað kunnu vit ikki siga. Okkum vantar sum so ikki mannfólk á virkinum í Skopun, men tað eru serliga reinskerarar, sum tørvur er á. Á Sandi høvdu vit flekjarar – og ikki reinskerarar – og tí er tørvurin hin sami, sum hann var, áðrenn fiskaframleiðslan á Sandi helt uppat.
Martin vísir á, at nú er longu so langt umliðið, síðan virksemið á Sandi helt uppat, at flestu munnu hava funnið sær annað arbeiði.
- Vit høvdu soleiðis ikki so nógvar reinskerarar á Sandi, og tú fært ikki mannfólk at reinskera, sigur hann.
Vit spurdu eisini virkisleiðaran, um tað loysir seg at virka upsa til portiónir.
- Jú, við verandi ráfiskaprísum og marknaðarprísum er henda framleiðsla lønandi.
Hann vísir á, at upsaprísurin í dag liggur millum 5,50 kg 6 krónur fyri kilo – og smæsti fiskurin, sum er upsi 5, liggur um 4-5 krónur fyri kilo.
- Jú, hetta er á einari leið í mun til tað, sum vit kunnu selja framleiðsluna fyri í løtuni, leggur hann aftrat.
Martin sigur, at dygdin á upsanum hevur verið góð, nú fiskurin hevur verið feitur, men tá ið gýtingin er liðug, og komið er út í hálvan februar, plagar fiskurin at gerast meira soltin.
- Væntandi er, at upsaprísurin fer at fella nakað, tá ið vit koma út í februar, sigur virkisleiðarin í Skopun, Martin Olsen.
Tá ið fiskurin er góður, arbeiða tey eini 25-27 tons av ráfiski ein vanligan arbeiðsdag, men er fiskurin smáur, fellur framleiðslan niður á eini 20 tons í ráfiski.
Andreas F. Hansen, sum áður var virkisleiðari hjá Sandoy Seafood, stendur framvegis fyri søluni av frystu fiskavørunum í Skopun.