34 ára gamli framrættaði miðvallarin, Gylfi Sigurðsson er millum bestu íslendsku fótbóltsleikararnar í søguni.
Árini 2012 til 2022 spældi Gylfi Sigurðsson við trimum Premier League liðum, Swansea, Tottenham og Everton, har hann stóð seg væl.
Í fjør royndi hann seg nakrar dystir við superligaliðnum, Lyngby.
Men aftaná at hava verið yrkisleikari í Onglandi, Týsklandi og Danmark ígjøgnum 15 ár er Gylfi Sigurðsson komin heimaftur til Íslands.
Gylfi Sigurðsson hevur skrivað undir sáttmála við høvuðsstaðarfelagið, Valur.
Valur og Gylfi Sigurðsson hava skrivað undir tvey ára sáttmála.
Í Vali stórfegnast tey um at hava fingið knýtt framrættaða miðvallaran til felagið.
Gylfi Sigurðsson hevur spælt 80 landsdystir, og hevur skotið 27 mál fyri Ísland.
Í summar fer Valur at taka lut í undankappingini til Europa Conference League.