Ógvusligur íslendskur fótbóltsfepur

99,6% av øllum sjónvørpunum sum vóru tendraði í Íslandi leygardagin, hugdu eftir HM debutini hjá Íslandi móti Argentina

Grannarnir fyri vestan, Ísland, eru í hesum døgum á fyrsta sinni við til eitt HM-endaspæl, og leygardagin spældi Ísland sín fyrsta HM dyst nakrantíð, tá Ísland óvæntað fekk stig ímóti Lionel Messi og Argentina í 1-1 javnleikinum millum londini.

 

Og í Íslandi merkist av álvara fótbóltsfepur í sambandi við HM-endaspælið. Íslendska fótbóltssambandið skrivar á Twitter, at 99,6% av øllum sjónvørpum sum vóru tendraði í Íslandi leygardagin, vístu dystin millum Ísland og Argentina, sum lutfalsliga er eitt ógvuliga høgt tal.

 

Men talið er tó ikki tað hægsta, sum nakrantíð hevur hugt eftir fótbólti í Íslandi. Tí tá Ísland spældi áttandapartsfinalu móti Onglandi í 2016 og kom víðari, hugdu 99,8% av øllum sjónvørpunum í Íslandi eftir íslendska landsliðnum.

 

Danska Tv2 skrivar, at í Danmark hugdu um 80% av øllum teimum sum høvdu sjónvarpið tendra leygardagin eftir danska landsliðnum, tá Danmark spældi móti Peru. Tað talið er eisini lutfalsliga høgt, men allíkavæl væl lægri enn í Íslandi.

 

Komandi dystirnir hjá ávikavist Danmark og Íslandi vera hósdagin og fríggjadagin. Klokkan 13:00 hósdagin spælir Danmark móti Australia, meðan Ísland klokkan 16:00 fríggjadagin spælir móti Nigeria.