- Týsdagin komu fleiri fráboðanir um raman oljulukt í Froðba og olja sást í sjóvarmálanum, skamt frá tyrlupallinum. Fólk vildu, sum vera man, gjarna hava staðfest hvar hetta kom frá og fóru fólk frá tilbúgvingini tí at kanna hetta.
Tað skrivar Tvøroyrar Kommuna á Facebook síðuni. Víðari verður sagt, at Oddur Dimon, tilbúgvingarleiðari, kundi staðfesta, at oljan kom frá tyrlupallinum og boðaði løgregluni frá hesum.
- Eftir at hava tosað við starvsfólkið á tyrlupallinum, kundi staðfestast at eitt óhapp var hent seinast tangabilurin hjá Effo fylti olju á oljutangan á tyrlupallinum. Bunkringin hevði gingið fyri seg í myrkri og ringum veðri og tí hevði eingin varnast at olja lak niður í bøin. Tá tað varð eftirkannað, vísti tað seg at uml. 600 litrar av brennievni til tyrluna var likið út, skrivar kommunan.
Tilbúgvingarleiðarin sigur sambært Facebook síðuni hjá kommununi, at sløkkiliðið hevur tamarhald á støðuni og er í ferð við at taka oljuna upp.