Guttorm fekk heksaskot

Guttorm Sørensen fekk ikki runnið á 10.000 metra teininum, soleiðis sum ætlanin annars var.

Guttorm fekk eitt sonevnt heksaskot í ryggin, og so var ikki hugsingur hjá honum at fara undir tey 25 umførini á rennibreytini á Kallipateira stadion í Rhodos býi.