Gunvør Balle heldur flaggrøðuna í Havn

Nógv tiltøk eru á skránni til flaggdagshaldið í Havn í dag. Umframt flaggrøðuna, verður framsýning av ellisakførum í Tórsgøtu, barnaróður og familjudagur hjá Felagnum Knørri í Vágsbotni og flaggdagsrenning hjá Bragdinum.

Tað er Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri flaggdagshaldinum í Havn. Skrúðgongan byrjar klokkan 15. Havnar Hornorkestur gongur á odda og skótar marsjera. Gingið verður frá Kommunuskúlanum oman á Vaglið, har Gunvør Balle heldur flaggdagsrøðuna.

Ein av føstu tættunum til flaggdagshaldið í Havn er rennikappingini hjá Bragdinum, sum hevur skipað fyri hesi kapping síðani 1987. Kappingin byrjar á Áarvegnum beint eftir flaggdagshaldið.

Ein annar fastur táttur er framsýningin av ellisakførum, sum Føroya Ellisakfør hevur skipað fyri síðani 1992. Fyrstu árini vórðu akførini sýnd fram í gamla Kommunuskúlagarðinum, men seinastu árini hava tey verið sýnd fram á Kongabrúnni. Men hetta hevur skapt trupulleikar við rennikappingini. Tí er framsýningini av ellisakførum flutt oman í Tórsgøtu - sum Tórshavnar kommuna hevur útnevnt til mentanargøtu.

Limirnir í Føroya Ellisakførum møtast í felagshølinum yviri við Strond klokkan 13.30, og síðani verður koyrt í raðkoyring kring um í Havnini, áðrenn farið verður oman í Tórsgøtu. Aftan á flaggdagshaldið verður aftur raðkoyring niðan
til Effo í Gundadali, har Effo bjóðar kaffi og okkurt gott undir tonna.

Fyrsta flaggdagshaldið á Vaglinum var longu árið eftir góðkenningina, í 1941. Síðani 1947 hevur Havnar Hornorkestur skipað fyri haldinum.

Hesaferð er tað fyrrverandi sendikvinnan í Íslandi, Gunnvør Balle, sum heldur flaggrøðuna.