Seinastu broytingarnar í vinnuskránni vísa greitt, at brøðurnir Gunnbjørn og Hans Andrias Kelduberg eru farnir hvør til sítt.
Í novembur í fjør segði Gunnbjørn Joensen seg úr starvi sum rakstrarstjóri í fyritøkuni, sum hann, bróðirin Hans Andrias Kelduberg og Per Gullklett stovnaðu í 2006.
Í yvirlitinum hjá bl.fo yvir seinastu broytingarnar í partafelagsskránni sæst greitt, at Gunnbjørn Joensen er farin úr øllum nevndunum, ið hava við Thor at gera, og í hansara stað er komin Súsanna Kelduberg, sum er kona Hans Andrias Kelduberg, stjóra í Thor.
Broytingin er framd í partafeløgunum Thor Frigg, Thor Magni, Thor Modi, Thor Freyja, Seismic Support, Thor Fisheries, TAN, O. C. Joensen og Ran.