Gunnar: Vit hava brúk fyri tykkum

Rás2: Landsliðsmálverjin vónar at fáa góðan stuðul á Tórsvølli í dag

Gunnar Nielsen stendur aftur í mál, tá føroyska landsliðið í dag tekur móti Andorra í HM undankappingini. Landsliðsmálverjin vónar, at teir saman við viðhaldsfólkunum kunnu vinna á Andorra.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Um vit vinna, so seta vit nýtt met fyri eitt føroyskt A-landslið í eini undankapping, tí vit koma upp á átta stig. Vónandi møta fólk upp og geila okkum upp, tí í fyrra dystinum lótu vit okkum ávirka av spælinum hjá teimum. Tað ætla vit ikki at gera hesaferð, sigur Gunnar Nielsen.

 

Les eisini: (klumman) Nú mugu vit stuðla

 

Landsdysturin móti Andorra verður í dag klokkan 17. Rás2 byrjar at senda klokkan 14.