Síðsta kappingarár misti Gunnar Nielsen plássið í málinum hjá íslendska FH, men kortini valdi føroyski landsliðsmálverjin at leingja um sáttmálan við felagið. Hann vildi taka dystin uppaftur við unga Daði Freyr Arnarsson, sum hevði vunnið plássið frá honum.
Tað er líkt til at treisknið hjá Gunnari Nielsen hevur givið úrslit, tí mest sannlíkt verður Gunnar Nielsen aftur at síggja í FH-málinum, tá ið liðið í kvøld spælir sín fyrsta dyst í nýggja kappingarárinum. Hetta væntar í øllum førum heimasíðan fotbolti.net.
- Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, er aftur vorðin fyrsti málverji í FH, meðan Daði Freyr Arnarsson má sættast við at hita bonkin, skrivar heimasíðan.
Tað var í novembur í fjør, at 33 ára gamli Gunnar Nielsen gjørdi nýggjan sáttmála við FH. Sáttmálin er galdandi í tvey ár.
FH spælir fyrsta dystin á útivølli ímóti HK Kópavogi í kvøld kl.19.00 føroyska tíð.