Gunnar og liðfelagarnir halda fast í oddasessinum

Víkingur Reykjavík vann á KR á útivølli í kvøld

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík í kvøld vunnu 2-1 á KR í útidysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Helgi Guðjónsson legði Víking á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og 12 minuttir inn í seinna hálvleik økti Aron Elís Þrándarson til 2-0. Stutt eftir minkaði KR um munin til 2-1, men nærri kom heimaliðið ikki.

 

Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar í 32. minutti ein risastóran møguleika at stúta Víking framum 2-0, men hann stútaði bóltin omanfyri málið. 

 

Víkingur Reykjavík er fremst í deildini við 41 stigum, seks stig frammanfyri Val sum hevur 35 stig. Liðið hjá Klæminti A. Olsen er á triðja plássinum við 33 stigum.

 

Komandi sunnudag tekur Víkingur móti ÍBV á heimavølli.