Gunnar Nielsen stóð í mál, tá Motherwell í kvøld vann 2-1 á Livingston í skotsku League Cup. Hetta er aðru ferð, at Gunnar Nielsen stendur í málinum hjá Motherwell.
Motherwell kom á odda, tá dysturin var eitt korter gamal við máli, sum Robert McHugh skoraði. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Livingston eitt reytt kort, og stutt seinni økti James McFadden til 2-0.
Móti endanum av dystinum minkaði Livingston um munin til 2-1, men tað endaði við sigri til Motherwell.