Gullvinnarar vitja Norðurlandahúsið

Í mai mánaði koma nevniliga tvey úrmæliskór úr ávikavist Sveis og Týsklandi til Føroya at framføra í Norðurlandahúsinum saman við føroyskum vertskórum.

Nú kórfestivalurin er farin um bak, og føroysk kór enn einaferð hava víst okkum, hvussu fjølbroytt og rík okkara kórmentan er, er Norðurlandahúsið til reiðar at vísa fram, hvat rørir seg á altjóða kórpallum.

Í mai mánaði koma nevniliga tvey úrmæliskór úr ávikavist Sveis og Týsklandi til Føroya at framføra í Norðurlandahúsinum saman við føroyskum vertskórum. Fyrra konsertin er fríggjakvøldið 6. mai tá Männerstimmen Basel og Tórshavnar Manskór fara at hava eina rimmar konsert í Høllini.

Männerstimmen Basel hevur seinastu árini bergtikið bæði áhoyrarar og dómarar á konsertum og í altjóða kappingum. Í 2014 og 2010 vunnu teir gull á World Choir Games í ávikavist Riga og Cincinnati (Olympisku leikirnir fyri kór), og í 2012 vunnu teir heiðurin sum bæði besta manskór og besta kór á kórfestivali í Montreux í heimlandinum Sveis.

Männerstimmen Basel framføra í knæbuksum og floyalsjakkum, men hetta gamla “lookið” stendur sum ein týðiligur mótsetningur til ungu sangararnar og teirra livandi framførslur.

Tórshavnar Manskór hevur í ár verið virkið í 30 ár og hevur øll árini lagt seg eftir at framføra kórsan á høgum støði.

Seinna konsertin er við týska gentukórinum Mädchenchor Hamburg og føroyska barnakórinum Cantus. Tey framføra í Klingruni leygardagin 21. mai.

Mädchenchor Hamburg telur 45 gentur í aldrinum 14-22 ár og hevur til endamáls at stimbra áhugan fyri kórsangi og kórimprovisasjón. Kórið hevur framført í flestum londum í Evropa umframt í Suðurafrika og í miðeystri og hevur tvær ferð verið í finaluni í víðagitnu týsku kórkappingini Deutscher Chorwettbewerb.

Cantus er úrvalsbarnakór úr Tórshavnar Musikkskúla við børnum í aldrinum 11-14 ár.

Á báðum konsertunum hava kórini hvør sína skrá, umframt at tey framføra onkur verk saman. Skráirnar verða fjølbroyttar við nýggjum og gomlum altjóða tónleiki – alt frá kirkjutónleiki úr 1300talinum til kórútgávur av sangum hjá Coldplay.