Gullradio: Hava havt tvey góð ár í Sarpugerði

(Gullradio) Venjaraparið hjá Víkingi, Sámal Eriki Hentze og Sorin Anghel og málmansvenjarin, Rúni Klein Joensen vitjaðu Gullradio

Gullradio á Rás2 endaði við, at høvuðsvenjarin, Sámal Erik "Bagge" Hentze og hjálparvenjarin, Sorin Anghel vóru gestir í Rásarúminum, og málmansvenjarin, Rúni Klein Joensen var beinleiðis ígjøgnum á tráðnum.

 

Rúni Klein Joensen, sum fyrr hevur verið væl kendur sum fjeppari hjá Víkingi slær fast, at Bagge og Sorin Anghel eiga sín stóra lut í, at Víkingur hevur vunnið FM-gullið tvey tey seinastu kappingarárini.

 

Sum málmansvenjari hevur Rúni Klein Joensen kunnað fegnast um framstigini Elias Rasmussen hevur gjørt í málinum. Rúni Klein Joensen setti eisini orð á hví tað eftir hansara tykki gjørdist Víkingur, og ikki KÍ, NSÍ ella B36 sum vunnu FM í ár.

 

Sorin Anghel er sera fegin um at kunna enda sína fótbóltsyrkisleið við at vinna tvey FM-gull. Fyri hann hevði tað eisini sera stóran týdning at verða við til at spæla seg víðari í Champions League undankappingini ímóti Trepca 89 úr Kosovo.

 

Sámal Erik Hentze er fegin um tey bæði árini hann hevur upplivað í Sarpugerði í Norðragøtu. Tað var stórt at vinna FM á fyrsta sinni hjá Vìkingi í fjør, men tað var ikki minni stórt at endurvinna FM. Talan er um fyrstu ferð, at Bagge endurvinnur FM sum venjari.

 

Lurtarar sendu eisini spurningar inn til Bagga og Sorin, sum teir svaraðu uppá. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum Rúni Klein Joensen, Sorin Anghel og Bagge søgdu í beinleiðis sending í Gullradio á Rás2 fyrr í dag.