ÚTISETI MEISTARI
Todi Jónsson var í brennideplinum, tá ið FCK sunnudagin so sera sannførandi vann danska fótbótsmeistaraskapin fyri triðju ferð. Fyrsta ferðin var í 1993. Tá var Todi eitt fullkomuliga óskrivað blað í donskum fótbólti. Onnur ferðin var í 2001. Tá var Todi partur av FCK liðnum, men sum so mangan áður so var hann skaddur, tá ið avgerandi dystirnir vórðu spældir.
Sunnudagin vann FCK DM, og Todi eigur sín stóra part av fyrsta plássinum. Hann var á liðnum fyrstu fimm korterini, og hann var sera væl upplagdur og ágangandi. Tríggjar minuttir undan steðginum drønstútaði hann hornasparksinnlegg úr høgru upp í málhornið. FCK kom harvið framum 2?0, og júst hetta málið tóktist gera av við allar AGF vónirnar um at fáa nakað burturúr vitjanini í Parkini.
? Tað hevði stóran týdning fyri okkara avrik, og tað hevði alstóran týdning fyri mítt avrik, at eg aftur fekk høvi at gera mál. Ikki minst eftir at tað næstseinasta vikuskifti ikki gekst so væl við málskjótingini í Esbjerg, sigur Todi Jónsson.
Kendist tað øðrvísi at vinna DM hesa ferð, enn tað gjørdi fyri tveimum árum síðani?
? Ta ferðina hugdi eg at, meðan liðfelagarnir vunnu DM. Nú var eg millum teir fyrstu ellivu, og tað er sjálvandi heilt øðrvísi. Hýrurin á teimum 37.582 áskoðarunum var framúr. Vit savnaðu okkum fult og heilt um okkara uppgávu. Aftaná skiltu vit, at Silkeborg syrgdi fyri, at Brøndby ongan møguleika hevði. Tað mundi vera við til at lyfta lagið í Parkini so langt upp beinanvegin, sigur Todi Jónsson.
Aftur ímóti Skonto Riga
Sunnudagin stóð Todi Jónsson fyri triðju ferð við gullkrónunum um hálsin. Onnur ferðin var fyri tveimum árum síðani, og fyrsta ferðin var í 1991. Tá vóru Todi og liðfelagarnir eisini ógvuliga fegnir. Liðfelagarnir ta ferðina vóru teir í barndómsfelagnum í Klaksvík, sum í 1991 vann fyrsta meistaraskapin í nítjan ár.
Umstøðurnar ta ferðina vóru væl øðrvísi hjá 19 ára gamla Toda og øllum hinum, enn tær vóru í Parkini sunnudagin. FM heitið kom til høldar ein ódnar sunnudag í Gøtu. Veðrið var so ivasamt, at tað var ikki víst, at KÍ og viðhaldsfólkini skuldu sleppa aftur til Klaksvíkar, men tað eydnaðist.
Árið eftir, í 1992, var KÍ sum fyrsta føroyska felagið nakrantíð við í Europa Cup fyri meistaralið. Mótstøðuliðið í fyrsta umfarinum var Skonto Riga úr Letlandi. Tað var fjáltur á óroyndu føroysku spælarunum, sum taptu báðar dystirnar. Á Svangaskarði var úrslitið 3?1 til gestirnar. Todi Jónsson minnist tann dystin millum annað fyri rimmar langskotið, sum hann úr vinstru sendi upp undir handaru samankomingina.
Um fjúrtan dagar fer FCK undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Størsta avbjóðingin verður at sleppa upp í part í europeisku meistarakappingini. Fyrsta forðingin, sum skal fáast av vegnum, um FCK skal sleppa upp í part í bólkaspælinum, er júst Skonto Riga.
Í Europa Cup lutakastinum fríggjadagin varð greitt, at í fyrsta innleiðandi umfarinum skal Skonto Riga spæla ímóti maltesiska meistaraliðnum. Eingin ivi er um, at letlendska meistaraliðið er greiður favorittur í tí uppgerðini.
Um møguleikarnar í Europa Cup ímóti Skonto Riga sigur Hans Backe, FCK venjarin, soleiðis:
? Teir hava eitt gott lið. Men skulu vit hugsa um bólkaspælið, so mugu vit vinna á sovornum liðum. Í triðja og síðsta innleiðandi umfarinum fara vit at spæla ímóti onkrum størri europeiskum felagið. Tað verður stóra royndin. Men skulu vit fáa høvið at royna okkum har, so mugu vit vinna á FC Skonto Riga.
Fyri tveimum árum síðani var mótstøðuliðið hjá FCK í triðja innleiðandi umfarinum Lazio úr Italia. Todi Jónsson var skaddur, og tað eydnaðist ikki FCK at spæla seg í bólkaumfarið.
? Nú hvíla vit eitt sindur og fegnast um meistaraskapin. Men um fjúrtan dagar verður tað aftur álvari. Tá fara vit undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Fyrsta umfarið í landskappingini verður tveir dagar fyri ólavsøku, sigur Todi Jónsson, sum kemur ein lítlan svipp til Føroya, nú tað er steðgur í donsku fótbóltskappingini.
Allir føroyingar ynskja Toda Jónsson tillukku við danska meistaraskapinum. Hann eigur sín stóra lut í DM. Málið hjá honum sunnudagin var tað 11. í hesum kappingarárinum. Harvið er hann toppskjútti hjá FCK, og hann telist millum aðrar sum sætti besti málskjútti í superliguni í hesum kappingarárinum. Um úrtøkan verður roknað fyri hvønn minutt á vøllinum, er tað neyvan nakar annar, sum hevur verið so óførur at gera mál, sum Todi Jónsson hevur verið tað.