Gullið kann vinnast í dag

Hetta hendir, um HB vinnur sín dyst, samstund sum Víkingur vinnur á EB/Streymi og B68 ikki vinnur grannauppgerðina móti NSÍ.

Her og nú er tað tó neyvan hetta, sum tey í HB hugsa mest um. Slagið um Havnina stendur enn á jøvnum eftir tveir 2-2 javnleikir í grannauppgerðini millum B36 og HB, og eingin ivi er um, at hetta eisini vigar nakað í tonkunum hjá HB-spælarunum.

Hjá B36 tók tað nakað av trýstinum, at AB basti 07 Vesturi, soleiðis at teir í árstalsfelagnum vita, at teir framvegis eru oman fyri niðurflytingarstrikuna, tá dysturin í dag byrjar. Og tað ger hann klokkan 15.30.