Beint eftir klokkan tíggju í morgun lendi flogfarið hjá Atlantsflog við Pál Joensen umborð. Fyrsta av fýra móttøkum var á flogvøllinum Fólkahetjan Pál Joensen varð móttikin av leiðsluni í Atlantsflog, sum saman við Norðoya Sparikassa er høvuðssponsor fyri Svimjisamband Føroya, flogvallarovastanum, umframt samlaðu føroysku pressuni. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, bjóðaði Pál Joensen vælkomnum aftur til landið, og hann nýtti samstundis høvið til at boða frá, at Atlantsflog heldur fram sum høvuðssponsor fyri svimjisambandið.
Av flogvøllinum fer Pál Joensen til Havnar, har skipað verður fyri móttøku í Miðlon klokkan 12.30. Eftir hetta fer Pál Joensen at vitja løgmann áðrenn leiðin gongur til Suðuroyar klokkan fýra í dag.
Móttøka verður á Krambatanga tá Smyril kemur suður og størsta løtan verður helst, tá bygdarfólkið heiðrar Pál Joensen í høllini í Vági í kvøld.
Portalurin og Rás2 fylgja Pál Joensen og restina av svimjilandsliðnum allan dag.










