GULL Í GØTU

Sunnudagin vera tað hálvhundrað ár síðani tey bæði Elsa og Sjúrður Nielsen gingu saman í hjúnalag í Gøtu Kirkju.

Brúðleypið varð hildið úti í Grógv í Syðrugøtu, har brúðurin hevði traðkað sínar barnaskógvar. Grannalagið var sum eitt hús, so tað var lag á manni, at seta trumf á hesa fyrstu hálvu øldina ímillum vinir, slekt og kenningar, í hesum heilt serliga umhvørvinum, sum stóð til at bresta av virkisfýsni, mentan og Guðsótta.

Elsa er fødd Annan Ólavsvøkudag 1933. Hon er dóttir tey bæði Suffíu og Joen Elias Gregesen. Sjúrður er uttan av síðu, sum gøtumenn plagdu at kalla eystara armin á Skálafjørðinum. Hann er heiðamaður. Úr Saltangará, sum teir nú eru farnir at rópa tað. Hann er føddur 7. november 1928. Sonur tey bæði Dagmar og Hans Andrias Nielsen.

Tey smíðaðu sær hús, at kalla í óbygdum, á trøðni hjá Hans Andriasi, og tað var ikki hvørsmansførið, at sleipa tilfarið til eini heil hús, av bryggjuni niðan undir garðarnar, vegur var ongin, vøddamegin var einasta álitið táið jarn, cement og viður skuldi buktast niðan brekkuna. Heiðarnar vóru ein evarska lítil bygd um tað mundið, eitt hús á hvørji trøð ella hvørjum gerði, tað er bara ein hálv øld runnin síðani, og úr hesum jørðildi gróði upp ein av stóru býunum í Føroyum.

Sjúrður var skipsmaður. Var við "Columbus", sum hin navnframi Jákup Andrias í Kálvhúsinum av Glyvrum førdi. Hann var ein av teimum hepnu, sum var biðin um at koma yvir til Noregs eftir fyrsta stállínubátinum "Vesturhavið Blíða". Jákup Andrias var maritimur generalur hjá D. P. Højgaards Eftf. tá, og Sjúrður fylgdi honum, og tað eru ikki hissini lovorðini hann hevur at siga um hesa navnframu fiskiklónna, kanska fremsta rokskiparan í landinum nakrantíð. Onkuntíð var hann bestimaður hóast hann ongi pappírir hevði.

Eftir at hava verið á sjónum í drúgt áramál legðist Sjúrður uppi, fór at smíða saman við skyldmanninum og kenda húsasmiðinum, Niels Juel hjá Jústnesi. Seinri fluttu tey til Havnar at búgva, leigaðu í kjallaranum hjá Bil-Óla, har sum Mimir nú heldur til, og tey árini smíðaði hann fyri stóru entreprenørarnar, sum tá vóru farnir at taka seg upp í høvuðsstaðnum. Seinri fluttu tey innaftur í Eysturoynna. Bæði fingu starv hjá Ólavi Gregersen, á nýbygda Tøtingarvirkinum, og har virkaðu tey í nógv ár, hann sum spunari og hon í tilgerðingini av troyggjum, tikin úr leikum sum hon er, til alt sum hevur við tøting og bundnavørur at gera, gjørdist hon skjótt hitt praktiska álitið hjá beiggja sínum. Skjót, snøgg og altíð góð í ráðum.

Elsa valdi at fara á Háskúlan, helst eftir ráðum frá mammuni, sum hevði fingið rættiliga kveiking har - frá teimum báðum Símuni og Rasmusi. Síðani lá leiðin niður á húsarhaldsskúla, Husassistenternes Fagskole, á Nørrebrúgv. Heimafturkomin virkaði hon í handlinum hjá pápanum og fekst við alt fyrifallandi, og sjálvsagt hjálpti hon til við tøtingini, í kjallaranum úti í Grógv, spírin til tað, sum Ólavur seinri setti so nógva ferð á. Táið tey búðu í høvuðsstaðnum, var hon ekspetricia í kioskini hjá Bil-Óla úti á Kongabrúnni. Eitt av landsins knútapunktum tá í tíðini, seinri rópt Kultursentrið á Kajuni.

Komin aftur til Gøtu búðu tey fyrstu tíðina í gomlu húsunum norðuri á Mýru. Nakað eftir tað smíðaðu tey sær nýggj hús sunnanfyri Mataránna, og har búgva tey enn. Tey eiga tey trý børnini Hallbjørn, sum býr í Runavík, Jørghild, sum býr í Klaksvík og Dagmar, sum er búsitandi í Leirvík.

Tey høvdu verið gift í eini 7-8 ár áðrenn Hallbjørn kom í verðina. Hesi árini var tað eitt slaraffenland hjá okkum børnum í familjuni at vera í teirra umhvørvi. At vitja tey. At búgva hjá teimum. Haldi ikki at eg sigi ov nógv, táið eg haldi uppá, at eg hevði eina serstøðu í so máta. Búðu hjá teimum í fleiri ár tilsamans, úti í Heiðum, í Havn, norðuri á Mýru og til seinast uppi við Mataránna. Minnist bara góðar dagar hesi árini, tey átóku sær veruliga foreldrarolluna táið mamma var burturi stødd á teimum sjey høvunum.

So ólík tey eru, hevur tað hilnast einastandandi væl hesi hálvthundrað árini. Sjúrður meira róligur, hóvligur, spakur og hugsandi, men táið gullkornini koma er ikki gott at vera fyri, og oftani er sambandsvinkulin so speiskur, at eitt tjóðveldishjarta fer rættiliga at biva. Elsa meira framfýsin, bersøgin, tosar hart, fýrur ikki fyri at siga sína hugsan við nakran, hvørki høgan ella lágan, og tað man liggja í blóðinum, tendringarnar eru øgiliga eksplosivar og líka so bráðliga eru tær spektar aftur. Góðslig, og tað býr onki ilt undir tí sum hon hevur at siga tær. Tú fær bara eina kontanta avrokning tveitta beint upp í eyguni, sjálvur mást tú royna at verja teg, og táið rokið er dovnað, so er tann sakin úti av veðini fyri hennara viðkomandi. Ógvuliga einfaldur og góður máti at liva lívið uppá. Kanska gróðursettur hjá onkrum, ið ikki fall so øgiliga langt burtur frá bulinum kortini.

Tað hevur verið vælsignað at kent tykkum øll hesi árini. At kent fløvan sum altíð er har, eisini táið íðurnar í øðrum lívsins viðurskiftum hava verið uppi, sjálvt um vitjaninar hava verið alt ov fáar hesi seinru árini. Hjartaliga tillukku við gullbrúðardegnum. Mátti Harrin, sum tit hava sett alt tykkara álit á, givið tykkum mong góð ár afturat í millum áirnar í Syðrugøtu.

tj