Guitarleikari í The Animals deyður

Hilton Valentine, guitarleikari í kenda sekstiárabólkinum The Animals, er deyður.

Hann gjørdist 77 ára gamal. Deyðsorsøk er ikki upplýst, vita útlendskir miðlar at siga.

Hann var við til at stovna The Animals í Newcastle í 1963. Hann var í mong ár limur í bólkinum, sum fleiri ferðir gavst og fann saman aftur.

Valentine spældi kenda “riffið” á kenda sanginum House of the Rising Sun, sum kom út í 1964, og fór á ovastu rók á listunum í USA, Stórabretlandi og Canada.

Aðrir kendir sangir hjá bólkinum eru t.d.Don’t Let Me Be Misunderstood, It’s My Life og We Gotta Get Out of This Place.

Hilton Valentine kom í Rock and Roll Hall of Fame við The Animals í 1994.

Á ovaru myndini er manningin í The Animals savnað í 1983, tá bólkurin aftur fann saman. Valentine er aftast til vinstru á myndini.

Her á myndini niðanfyri er bólkurin avmyndaður í 1964.

##med2##