Um vikuskiftið ber til at síggja sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Tað er leikurin Guitaristarnir, ið verður sýndur í Sjónleikarhúsinum.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur sett leikin upp, og eftir at hann hevur verið spældur til Klaksvík, eru tey nú farin til Havnar at spæla.
Leikurin er skemtiligur og hugvekjandi hvørt um annað, og leikararnir hava fingið góð skoðsmál fyri spælið.
Guitaristarnir verður sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn fríggjakvøldið kl. 21.00, leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00.










