Gudstænasta verður á AB vøllinum jólaaftan

Argja kirkja bjóðar til jólagudstænastu á AB-vøllinum á Argjum jólaaftan klokkan 15

Eins og so nógvar aðrar kirkjur, so skipar Argja kirkja fyri útigudstænastu jólaaftan.

 

Hesum boðar Bergur Debes Joensen, prestur, frá í kvøld.

 

– Vit syngja lættar jólasálmar og GHM spælir undir, sigur Bergur D. Joensen, sum sjálvur boðar jólaboðskapin undir gudstænastuni.

 

Talan verður um eina styttri gudstænastu, sigur prestur, sum bjóðar øllum at vera vælkomin!