Gudstænasta á Slættanesi og gongutúrur til Gásadals

Sunnudagin 5. august verður gudstænasta á Slættanesi.

Sunnudagin 5. august verður gudstænasta á Slættanesi. Aftaná gudstænastuna verður skipað fyri einum gongutúri av Slættanesi til Gásadals.



Jósup siglir av Oyrargjógv kl. 8,00.

Gudstænastan í skúlanum á Slættanesi byrjar kl. 9,00.



Kl. 10 verður farið til gongu. Túrurin tekur uml. 6 tímar og staðkent fólk verður við á ferðini. Tilmelding fer fram á Mykines.fo.

 

 

Um veðurlíkindini ikki eru til vildar tann 5. august, er ætlanin at fara 12. august í staðin.