Gudstænasta fyri alla familjuna

Sunnudagin verður Hoyvíkar kirkja karmur um eina familjugudstænastu. Hetta er samstundis byrjanin til ein nýggjan vetur hjá sunnudagsskúlanum í kirkjuni. Tað er presturin, Ann Dahl Hansen sum hevur tikið stig til hesa gudstænastuna sum byrjar kl. 11.

Við gudstænastuna verður onkur sálmurin sungin, eins og prestur fer at prædika til børnini í størstan mun. Eisini verða fleiri kendir barnasangir sungnir.

Eftir gudstænastuna verða øll boðin niður í kirkjukjallaran til ein drekkamunn og okkurt gott til børnini.