Gudrid og Fortuna á fjórðaplássi

Flogbóltur: Seinasta umfar í donsku flogbóltslandskappingini varð leikt um vikuskifti, og var tað bara Gudrid og hennara lið, sum kundu fara av vøllinum við røttum ryggi

Dystirnir í donsku flogbóltskappingini hetta vikuskiftið høvdu lagað tað soleiðis, at Bárður, Gudrid og hini í Fortunu fingu vitjan úr Ålborg.

Hjá monnunum var bitin munandi størri enn hann var hjá kvinnunum, tí talan var um oddaliðið í kappingini hjá monnum.

HIK Ålborg hevur seinastu árini »svingað« seg upp í donsku flogbóltskappingini og tað sæst eisini aftur á talinum av landsliðsleikarum í hópinum.

Samstundis hava ålborgensararnir flutt miðpunkti í donskum flogbólti úr Sælandi til Jútlands, og tað er annars langt síðani at so var.

Holte, Gentofte og Skt. Jørgens, sum øll eru úr høvuðsstaðarøkinum hava sitið væl og virðiliga á flogbóltinum.

Tað var tí lagt upp til ein torføran dyst hjá Bárði og Fortunu og so varð.

Odenseanararnir kláraðu at halda tørn við oddaliðnum í fyrra hálvleiki. Liðini vunnu hvør sítt sett, men HIK dróg longra stráðið í javnbrótaranum.

Í øðrum hálvleiki var einki at gera hjá Fortunu og nú kom munurin á liðunum greidliga til sjóndar.

HIK vann ruddiliga annan hálvleik og dystin 2-0.

Hjá kvinnunum gekk beint øvugt. Gudrid og tær settu seg á dystin frá byrjan og lótu ongantíð nakran iva vera um hvørt av liðunum skuldi hava sigurin.

Fortuna vann kvinnudystin 2-0 og fór við sigrinum sunnudagin framum júst HIK Ålborg, sum lá beint frammanfyri »føroyska« liðið við sama stigatali. Men við sigrinum um vikuskiftið sníktu Gudrid og tær seg upp á fjórðaplássi, sum er so týdningarmikið, tá endaumfarið skal spælast.

Hjá hinum báðum føroysku kvinnunum í donsku kappingini gekk einki serligt. Annika og Alvilda spældu móti ASV í Århus, men tær taptu ein javnan dyst 2-1. Við ósigrinum misti TV55 fyribils møguleikan at skræða seg leysan úr botninum, har tær annars hava ligið síðani kappingin byrjaði.