Saman við fólkum sum Jeremy Corbin, formanni í bretska arbeiðaraflokkinum, Skype-stovnaranum úr Svøríki, Niklas Zennström, Pedro Sánchez, forsætisráðharra í Spania er Guðrið Højgaard komin á gitna listan hjá Politico
– Tað er helt óveruligt, at eg sum fyrsti føroyingur í kvøld eri komin á Politico28 listan, sigur Guðrið Højgaard, sum í kvøld hevur tikið ímóti heiðrinum.
Talan er um lista, sum miðlahúsið Politico ger á hvørjum ári. Talan er um fólk, sum »are shaping, shaking and stirring the future of Europe«, sum tað eitur.
Hetta er fyrstu ferð ein føroyingur er við á listanum, og Guðrið Højgaard hevur fingið heiðurin fyri arbeiði at seta eitt lítið og ókent land á altjóða breddan og samstundis seta nýggjar standardir innan arbeiðsøkið, hóast í altjóða høpi avmarkaðar fortreytir.
– Eg vígi hendan heiður til míni fantastisku starvsfólk á Visit Faroe Islands, til okkara mongu samstarvsfelagar úti og heima, til politisku skipanina og til FØROYAR! Toymi.
Tað eru fólk, sum eru kend úr handilslívinum, mentanarlívinum, politikki og miðlaheiminum, sum vanliga verða heiðrað á Politico28 listanum.
Millum hini á listanum hesaferð eru umframt Guðrið Højgaard eisini Niklas Zennström, stovnarin av Skype (Svøríki), Ine Marie Eriksen Søreide, uttanríkisráðfrú í Noreg, Mattias Tesfaye, fólkatingsmaður fyri danska Javnaðarflokkin, Jeremy Corbin, formaður í Labour í Onglandi ogPedro Sánchez, forsætisráðharri í Spania.
Fyrr hava fólk sum René Redzepi, stovnari av Noma í Keypmannahavn, Daniel Ek, stovnari av Spotify og Michael O’Leary, stovnari av Ryanair. Umframt Michael O’Leary frá Ryanair er Guðrið Højgaard annar persónur á listanum, sum kemur úr ferðavinnuni.









