Oyggjaleikirnir eru av álvara farnir í gongd á Bermuda í morgun, og onkur av føroysku luttakarunum hevur longu verið í gongd.
Ein teirra er Gudmund Joensen, ið íðkar triatlon, og hjá honum gekk so mikið væl, at hann fekk eitt silvur.
Tíðin hjá Gudmundi Joensen var góðar tveir tímar.
Vit frætta meira av Bermuda seinni í dag.










