Gudmund á landsliðið

Magni Mohr metir, at Gudmund Nielsen vísti í gjár, at hann eigur eitt pláss á landsliðnum

Magni Mohr, annar av venjarunum hjá EB/Streymi, harmaðist um úrslitið av dystinum, men rósti sínum leikarum fyri góðan hugburð og eitt fantastiska gott avrik.

Hann loyvdi sær eisini at koma við eini áheitan til landsliðsvenjaran.

– Gudmund Nielsen er eitt gott dømi um, at landsliðsvenjarin skal hyggja eftir avrikunum í altjóða dystum og ikki í landskappingini, tá hann úttekur leikarar, tí tá koma teirra veruligu kvalitetir til sjóndar, segði Magni Mohr.


Magni Mohr segði víðari, at hann ikki kundi peika á nakran leikara, sum ikki spældi væl í gjár.

– Allir spæla betri enn tað, teir eru mentir og tað er fantastiskt. Hetta liðið er tó tvey mál betri enn vit, men tað er keðiligt at fara á útivøll við einum slíkum úrslitið, sigur Magni Mohr. Hann ásannar eisini, at tað verður ógvuliga trupult hjá EB/Streymi at spæla seg víðari úr hesum umfarinum.

– Tað er ikki tað, sum liggur fremst í huganum, men vit fara niður til Kypros fyri at vinna dystin, ger hann kortini greitt.