Í kvøld klokkan 20 verður Champions League finalan millum Manchester City og Chelsea. Tað eru fleiri ting, sum ganga upp í eina hægri eind, um Manchester City vinnur í kvøld.
Eitt er at Manchester City vinnur sítt fyrsta Champions League heiti í søguni hjá felagnum. Eitt annað er at venjarin, Pep Guardiola, fær sítt hattrikk av Champions League heitum. Hann hevur vunnið kappingina tvær ferðir við FC Barcelona, men tað hevur ikki eydnast uttan Lionel Messi.
Tað er eisini tiltikið, at Sergio Aguero á sinni segði, at hann ikki fór úr felagnum, fyrr enn hann hevði vunnið Champions League. Nu hevur hann boðað frá, at hann gevst í summar. Hann væntast tó ikki, at byrja inni. Manchester City er favoritturin hjá veddingarfyritøkunum.
Manchester City: Ederson; Walker, Stones, Rúben Dias, Zinchenko; Bernardo Silva, Fernandinho, Gündoğan; Mahrez, De Bruyne, Foden
Champions League finalan:
Manchester City – Chelsea (20.00)