Guðmundur fer ikki aftur til Fraklands

- Tað vísir seg, at tað er svarta vónleyst at fáa atgongumerki til dystin sunnudagin, so tað verður trappan aftur, sigur ídni viðhaldsmaðurin hjá Íslandi, Guðmundur Guðmundsson.

Undan dystinum ímóti Onglandi segði Guðmundur Guðmundsson í samrøðu við in.fo, at um Ísland vann dystin í gjár, so fór hann aftur til Fraklands at stuðla landsmonnum sínum. Guðmundur Guðmundsson var og hugdi eftir tveimum teimum fyrstu bólkaspælsdystunum hjá Íslandi ímóti Portugal og Ungarn, men sá ikki triða og síðsta bólkaspælsdystin, tí at sonurin fekk studentsprógv, meðan dóttirin fekk fólkaskúlaprógv.

 

Les eisini: Fer aftur til Fraklands um Ísland vinnur í kvøld

 

Men tað letur seg ikki gera hjá Guðmundi at vera til staðar á Stade de France sunnukvøldið, tá ið vertstjóðin í hesum EM-endaspælinum, Frakland, tekur ímóti Íslandi.

 

- Tað vísir seg, at tað er svarta vónleyst at fáa atgongumerki til dystin sunnudagin, so tað verður trappan aftur. Dysturin er jú ímóti vertstjóðini Fraklandi, og fransar standa jú sjálvir í kø til at fáa atgongumerki til dystin, sigur Guðmundur Guðmundsson, tá ið hann í morgun varð spurdur um, um tað hevði eydnast honum at útvegað atgongumerki til fjórðingsfinaluna sunnudagin.

 

Tað fer tó ikki at trota við íslendingum, ið fara at stuðla sínum hetjum á franska tjóðarleikvøllinum sunnukvøldið, men Guðmundur og aðrir íslendingar vera verandi á trappuni í Vágsbotni - júst sum í gjárkvøldi.

 

- Tað vera so fyrst og fremst teir íslendingar, sum eru í Fraklandi beint nú, ið fáa atgongumerkini. Eg havi roynt at skaffað atgongumerki til dystin, men eg má tíverri droppa tað, sigur Guðmundur.

 

Í Sosialinum, sum fæst til keyps í kvøld og kemur í hvørt hús í morgin er longri samrøða við Guðmund Guðmundsson. Eisini ber til at lesa um ungan føroying, sum av berari tilvild var í Reykjavík júst hendan dagin, tá ið Ísland framdi enn eitt bragd í altjóða fótbólti.