Hvussu er ætlanin at tryggja tey, sum keypa hús, ímóti at koma í fíggjarligt óføri av at hava keypt sethús við goymdum feilum?
Tað er ein spurningur, Gunvør Balle, tingkvinna, nú vil hava Kára P. Højgaard, landsstýrismann í innlendismálum, at svara.
Hon vísir á, at í 2011 samtykti Løgtingið eina lóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn.
Men hóast tvey ár skjótt eru farin eru týðandi viðurskifti í lógini enn ikki sett í verk.
Eitt nú hevur hon skilt, at byggivinnan noktar at gera støðulýsingar av húsum í sambandi við keyp og sølu.
Orsøkin er, at vágin hjá teimum, sum gera støðulýsingina, er alt ov stórur, samstundis sum ábyrgdartryggingin er alt ov dýr.
Harumframt kann tann byggikøni, sum ger eina støðulýsing, hefta persónliga í teimum førum, okkurt í støðulýsingini ikki vísir seg ikki at passa.
Tí vil Gunvør Balle nú hava at vita, hvat verður gjørt fyri at fáa viðurskiftini í rættlag.
- Tað er eyðsæð, at hesir tættir eru sera týðandi fyri at keyparin kann hava eina verju ímóti at koma í fíggjarligar trupulleikar av húsakeypi, sigur hon.
Hon vísir á, at mong dømi eru um fólk, ið keypa hús, sum vísa seg at hava sopp og aðrar goymdar feilir.
Hesi fólk koma ofta í stórar trupulleikar. Tey hava útlit til sakarmál, ið kann taka fleiri ár, og skulu liva við óvissuni, um tey vinna sakarmálið, ella um tey fáa nakrar pengar aftur.
- Fíggarligu útlitini eru sera ótrygg hjá hesum fólkum, og sum borgarar enda tey í ongamannalandi. Politiskt verður nógv tosað um, at vit mugu fáa útbúgvin fólk til landið og hægri burðartal. Men hetta hongur ikki saman við, at tað mangla nøktandi viðurskifti undir tí allarmest grundleggjandi undir familjuni - nevniliga heiminum, sigur Gunvør Balle.