Grundarlagið ridlar undir norsku stjórnini

Stórur spenningur er í norskum politikki í kvøld um blágrøna stjórnin hjá forsætisráðharranum Ernu Solberg er lív laga. Tað er spurningurin eftir, at stuðulsflokkurin Kristiligt Folkeparti í kvøld hevur boðað frá, at flokkurin ikki hevur álit á løgmálaráðharranum Sylvi Listhaug.


Knut Arild Hareide, leiðari fyri KRF, upplýsti tó ikki, um flokkurin fer at taka undir við misálitinum, ið kommunistaflokkurin Rødt hevur lagt fyri Stórtingið at taka støðu til í morgin, men heitti í staðin á forsætisráðharran um at loysa støðuna.


- Landsstýrið hjá KRF hevur ikki álit á verandi løgmálaráðharra. Tey biða tískil Ernu Solberg um at gera tað sum er neyðugt fyri at sleppa undan einum misáliti í Stórtinginum í morgin, segði floksformaðurin, ið eisini upplýsti, at hann fer ikki at gera fleiri viðmerkingar fyrr enn hann fær orðið í Stórtinginum í morgin.


Frammanundan er longu greitt, at ein samlað andstøðu tekur undir við misálitinum og um so er, at KRF tekur undir við misálitinum, so verður tað samtykt.


Tað er aldrin áður hent í norskum politikki, at ein stjórn er hildin fram aftaná, at eitt misálit er samtykt á ein ráðharra, og í gjár bóru bæði VG og KRF tíðindini, at Erna Solberg hótti KRF við, at um flokkurin tók undir við misálitinum, so fór hon at leggja frá sær.


Um Erna Solberg ger álvara av hóttanini, so má ein nýggjur meiriluti finnast í verandi Stórtingi, tí norska vallógin loyvir ikki nývali.


Misálitið er reist eftir, at Sylvi Listhaug 9. mars legði Arbeiðaraflokkin, størsta andstøðuflokkin, undir at hugsa meira um rættindini hjá yvirgangsmonnum enn trygdina hjá norskum borgarum.


- AP meinar at rættindini hjá yvirgangsmonnum er týdningarmiklari enn trygdin hjá tjóðini, skrivaði løgmálaráðharrin á Facebook.


Ikki óvæntað vildi Arbeiðaraflokkurin ikki hava slíkar ákærur sitandi á sær havandi í huga, at tað var ungmannafelagið hjá AP, ið norski yvirgangsmaðurin Anders Behring Breivik leyp á í 2011, tá hann drap 69 fólk á einari legu hjá ungmannafelagnum á Utøya.


Viðmerking skapti eisini ramaskríggj í Norra og í síðstu viku fekk løgmálaráðharrin eina nøs frá Stórtinginum fyri viðmerkingina. Sjálv nýtti hon høvi at biða um umbering fyri viðmerkingina, men meta andstøðuflokkarnir, at umberingin ikki var nóg góð og vilja hava hana frá.