Grønland vil hava føroyska Snar-portalin

– Grønland vil hava føroyska Snar-portalin og fáa meiri innlit í alt tað, vit gera og standa fyri, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi, har 11 fólk frá Institut for Læring í Grønlandi eru á vitjan í hesum døgum.

– Grønland vil hava føroyska Snar-portalin og fáa meiri innlit í alt tað, vit gera og standa fyri, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi, har 11 fólk frá Institut for Læring í Grønlandi eru á vitjan í hesum døgum.

 

Í ferðalagnum eru fólk frá Informationsafdelingen, Udviklingsafdelingen, Undervisningsmiddelforlaget og Pædagogisk IT, ið eru deildir innan Institut for Læring, sum veitir tænastu til skúlaverkið í Grønlandi.

 

Institut for Læring veitir tænastur til fólkaskúlan við høvuðuðsdenti á lærarar og næmingar. Grønlendska Heimastýrið er saman við Digitaliseringsstyrelsen farið undir at skipa ein undirvísingarportal. Tað er føroyski undirvísingarportalurin hjá Námi, Snar, ið er fyrimyndin í hesum arbeiði.

 

Sambandið millum Føroyar og Grønland er ikki nýtt, og umboð fyri Snar-toymið í Námi hava fyrr verið í Grønlandi og greitt frá um Snar. Grønlendska ferðalagið er nú komið til Føroyar at seta seg meiri inn í føroysku skipanina. 

 

Mánadagin hevur verið kunning um føroyska skúlaverkið og nærri greining av Snar. Týsdagin verða ymiskar framløgur úr bæði Føroyum og Grønlandi á skránni. Endamálið er at finna og menna samstarvsøkið og læra hvør av øðrum. Mikudagin verður skúlavitjan á Eiði umframt útferð.

 

– Hóast nógv er øðrvísi í Grønlandi enn í Føroyum, eru tað eisini øki, sum samstarvast kann um. Tað eru hesi øki, sum nú í felag dentur verður lagdur á, so styrkir og góð hugskot kunnu koma báðum pørtum til góða. Snar er dømi um tað, nú hann verður fyrimyndin fyri grønlendsku loysnini, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi.