Grønland: 114 smittað - og sjey býir raktir

Talið av positivum í kanningum í Grønlandi seinastu dagarnar liggur um níggju prosent, og tað er rættiliga høgt.

 

Í Grønlandi gjørdu tey koronu-kanningar bæði tollaksmessudag og 2. jóladag, 26. desember, og samlaða talið av smittaðum síðan 23. desember er 114 - í sjey býum í landinum.

 

Men, útlitini í Grønlandi eru, at tey innan stutta tíð fara at síggja upp aftur størri smittutøl og smittuspjaðing í øðrum býum eisini enn teimum, sum nú eru raktir av smittu.

 

Síðan 23. desember er smittað staðfest í Ilulissat, Qaqortoq, Sisimiut, Aasiaat, Tasiilaq, Qasigiannguit og Nuuk, har talið av nýggjum smittaðum er 95, harav 14 eru í bygdini, Qeqertarsuatsiaat.

 

Í nøkrum av nevndu býum í Grønlandi eru bert heilt fá staðfest smittað, bert eitt, tvey ella trý fólk, men tað merkir so eisini, at smitta er um umhvørvinum.

 

Hjá landslæknaembætinum í Grønlandi, sum Sermitsiaq endurgevur, siga tey, at smittuspjaðingin er broytt nógv seinastu vikurnar.

 

- Í viku 48 var samlaða talið av smittaðum í Grønlandi 297 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, men í viku 51 er talið økt upp í 508 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

 

Vøksturin í smittutalinum kemst serliga av nógv øktu smittuspjaðingini í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

- Smittustøðið í Nuuk er í løtuni hægri enn miðal í Danmark seinastu sjey dagarnar. Talið av positivum í kanningum seinastu dagarnar liggur um níggju prosent, siga tey í landslæknaembætinum í Grønlandi.

 

Lagt verður aftrat, at smittan er í stórum vøkstri í Nuuk, og tí verður eisini roknað við, at ein enn størri smittuspjaðing fer at síggjast í øðrum býum í Grønlandi innan stutta tíð.

 

- Tískil verður heitt á øll um at minka um allar aktivitetir, sum kunnu økja um smittuútbreiðsluna, siga tey í landslæknaembætinum.