Sambært Marin Katrinu Frýdal úr Tjóðveldi er grøni umhvørvispolitikkurin í Tórshavnar Kommunu í vanda, nú Tjóðveldi ikki er við í breiða samstarvinum.
Eg kann tryggja Marin Katrinu, at grøni orku- og umhvørvisppolitikkurin er í góðum hondum hjá nýggju Náttúru og umhvørvisnevndini.
Marin Kathrina Frýdal sigur beinleiðis ósatt, tá hon sigur, at meirilutin hevur slept ætlanini um at brúka sjóhita til at hita gamla Saltsølubygningin við.
Tað var ikki meirilutin (Javnaðarflokkurrin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin), men ein samd vinnunevnd við umboðum úr Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum, sum mæltu til at sleppa ætlanini um at hita bygningin við sjóhita.
Sjálv undraðist og harmaðist eg stórliga tilmælið hjá vinnunevndini at spara sjóhitan burtur í stóru byggiætlanini við Saltsølubygninginum, og tí kundi eg als ikki taka undir við tilmælinum.
Hinvegin so kunna vit gleðast um, at vit í meirilutanum samdust um at útseta spurningin um endaliga orkuloysnina í tveir mánaðir. Hesir tveir mánaðirnir skulu brúkast til at kunna okkum um, hvørjar orkuloysnir kunna brúkast í gamla Saltsølubygningunum. Sjálvandi skal orkuloysning koma frá varandi orkukeldum.
Náttúru- og umhvørvispolitikkurin í Tórshavnar kommunu er í sera góðum og tryggum hondum í nýggju nevndini. Forkvinnan, Sigrún Mohr, hevur sett framtíðar-orkupolitikkurin í kommununi á dagsskránna, so eg gleði meg til samstarvið í náttúru- og umhvørvisnevndini.