Grindin verður býtt til nakrar bygdir í Suðuroynni

Seðlarnir koma út nú klokkan átta

Tað vórðu 49 hvalir merktir í grindini, sum legði beinini á Tvøroyri í gjárkvøldið.

Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at hon verður býtt til til tær syðru kommunurnar í Suðuroynni, nevniliga Hov, Porkeri, Vág og Sumba.

Tey, sum búgva í hesum kommununum hava fingið grind eina ferð í ár, men hinar kommunurnar í oynni hava fingið grind tvær ferðir.

Seðlarnir koma út nú klokkan átta, og tað er á Drelnesi.