Grindin var um 200 hval

Tað vórðu næstan 200 hval, sum løgdu beinini í Hvannasundi í dag.

 

Raksturin gekk væl verður sagt av staðnum.

 

Grindin verður flutt til Klaksvíkar sigur Karl Johansen, sýslumaður, í samrøðu við Norðlýsið. Hann sigur víðari, at tað verður býtt út til heimapartar til teirra, ið ikki hava fingið enn. Tað verða fyrst og fremst klaksvíkingar, sum fáa part og um nakað er eftir, so fer tað til Kunoyar.