Grindin lagt beinini í Hvannasundi

Grindin í Hvannasundi hevur nú lagt beinini.

 

Sambært Karl Johansen, sýslumanni, er talan um eini 45-50 hval. Grindin fór í tvey í Svínoyarfirði. Bátarnir fóru út eftir bólkinum, ið slapp og tað vísti seg, at talan var einans um fýra hval. Teir blivi eisini riknir inn og løgdu beinini.

 

Sambært Karl Johansen, so gekk drápið av tí allarbesta.

 

Grindin verður býtt í drápspartar til teirra, ið búgva í økinum kring Hvannasund. Tað, ið eftir er eftir býtið, verður latið til Eysturoynna.