- Grindavík er rætta valið fyri meg

Tað sigur René Shaki Joensen, sum kennir tørv á at sleppa at spæla fótbólt fast

 

Føroyski landsliðsleikarin, René Shaki Joensen, fer komandi tríggjar mánaðirnar at royna seg í íslendskum fótbólti, har hann hevur gjørt sáttmála við Grindavík, ið liggur sum nummar trý í bestu íslendsku deildini.

 

Í samrøðu við in.fo, sigur René Shaki Joensen, at tað at sleppa at spæla fótbólt fast, hevur verið høvuðsorsøkin til at hann hevur skift til Íslands.

 

- Akkurát nú á fótbóltsyrkisleiðini, haldi eg hetta vera rætta valið. Eg havi tørv á sleppa at spæla fast. Og tað er ætlanin við mær eisini, tí felagið hevur í løtuni ongan høgra vongbakk, har ætlanin er, at eg skal spæla, sigur René Shaki Joensen.

 

Hóast skiftið hevur gingið skjótt fyri seg, og René Shaki Joensen júst er komin til Íslands, kennir hann seg væl móttiknan í nýggja felagnum.

 

- Enn havi eg bara møtt leikarunum einaferð, men eg havi fingið eitt fínt prát við teir flestu. Eg haldi eisini at mentanin í Íslandi minnir eitt sindur um tí føroysku, so tí verður tað eingin trupulleiki við at fella til, sigur René Shaki Joensen.

 

René Shaki Joensen fær væntandi sína debut fyri Grindavík tann 9. august, tá Grindavík spælir á útivølli móti U.M.F Reykjavík.