Grindahvalir gjørdu landgongd á Hebridunum

Yvir 50 hvalir vóru funnir á strond á Isle of Lewis

Fleiri enn 50 hvalir vóru í gjár funnir á einari strond á Isle of Lewis, sum er partur av Hebridunum uttan fyri útnyðringspartin av Skotlandi.

 

15 av hvalunum vóru framvegis á lívi, tá ið fólk komu fram á teir, men eftir miseydnaða roynd at fáa teir aftur til havs, vórðu teir avlívaðir.

 

Tað er ikki greitt, hví grindahvalirnir hava gjørt landgongd. Felagsskapurin British Divers Marine Life Rescue heldur, at hvalirnir vóru komnir inn á grunt vatn, tí ein av hvalunum skuldi eiga, og teir vórðu fangaðir uppi á turrum, tá ið tað fjøraði.

 

Sky News skrivar, at skotskir myndugleikar ætla at kanna hvalirnar nærri fyri at staðfesta orsøkina til, at teir strandaðu.