Grindaformaðurin: Grindin verður hildin til í Bø

Gutte Guttesen, grindaformaður í Bø, er nú komin til grindina, og upplýsir at hon verður hildin til í Bø.

Fleiri bátar eru nú á veg til grindina, ið er funnin uttanfyri Mykines. Tað vóru ferðafólk í Hólminum, ið sóu grindina og boðaði frá henni.


- Vit eru komnir til grindina nú, og eru næsti bátur her. Fleiri bátar eru helst á veg nú, men einki er at síggja til Sea Shepherd, sigur Gutte Guttesen, grindaformaður í Bø, tá in.fo tosaði við hann fyri løtu síðani.


Grindaformaðurin upplýsir, at ætlanin er at reka grindina til Bíggjar.


- Grindin er løtt at hava við at gera, og hon verður hildin til í Bø.