Hendingin fór fram í Malmø, har Greta Thunberg nokta at akta boðum frá løgregluni.
Tað er hon í dag dømd eina bót fyri, skrivar svenska tíðindastovan TT.
19. juni forðaðu hon og onnur veðurlagsstríðsfólk oljutangabilum, sum skuldu koyra til og úr havnarlagnum í Malmø. Tá løgreglan bað hana fara av staðnum, noktaði hon at fylgja boðunum frá løgregluni.
Sambært TT nokta Greta Thunberg seg seka og vardi vantandi samstarvsviljan við, at hon handlaði í neyðverju.
– Gerðir mínar eru forsvarligar, segði hon og grundaði tað við, at talan var um neyðverju.
– Veðurlagskreppan hótti lív, heilsu og ognir.
/ritzau/











